Á skattaveiðu við teimum í 5.B

Geocaching EVENT

Kom við á skattaveiðu!
3.-20. november kanst tú ganga í fótasporunum hjá teimum í 5.b og leita eftir fimm skattum

Hvar?
Í Tórshavn og Hoyvík*

Nær?
Frá 3. november – fríggjadagin 21. november kl. 12.00

Hvør kann luttaka?
Øll kunnu vera við. Tú kanst leita saman við flokkinum hjá tær, vinfólkum, foreldrum ella sjálv/ur.Tað er einki aldursmark, men ert tú millum 8 og 12 ár, hevur tú møguleikan at verða við í einum lutakasti.

Høvuðsvinningur:
GPS-tól + bøkurnar Vikarurin, Vinurin og Lokaða landið + luttøku í bók nummar fýra**

Hvussu gert tú?
Tú kanst lesa nærri her.  ;-)

 

* Skattirnir eru goymdir á støðum, sum koma fyri í bókunum
** Vinnarin verður avdúkaður á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum leygardagin 22. november

 

TEY Í 5.B

Vikarurin, Vinurin og nú Lokaða landið. Upprunaføroysk spenningsrøð um Barbaru, Berg og tey í 5.b

Vinalag, krabbamein, geocaching, kjatt á netinum og etingarólag eru bara nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í spenningsrøðini, sum gongur fyri seg í Føroyum í dag.

Bøkurnar venda sær serliga til tey 10-12 ára gomlu, men yngri børn kunnu væl lesa bøkurnar, sum eru bæði spennandi, stuttligar og skjótar at lesa. Fyribils eru fimm bøkur ætlaðar í røðini.

Skattaveiðan er endað

22-11-2014

Vinnarar gjørdust

Áleið 200 loyniorð komu inn, og leygardagurin 22. nov. 2014 var "Jesper" í Norðurlandahúsinum við til at avduka vinnararnar, sum gjørdust:

Bókapakka við teimum trimum bókunum um Tey í 5.B; Vikarurin, Vinurin og Lokaða landið:

- Gudmundur Johannesen, Maritugøta 33, Hoyvík
- Erna Krett Hansen, Niðaragøta 92, Hoyvík

Høvuðsvinningurin, ein bókapakka, ein handhildin GPS og møguleikan fyri at koma við íblástri til bók nummar fýra um Tey í 5.B, fór til:

- Næmingar í 6.B, Tórshavnar Kommunuskúla v/Jónfríð Jóanesarson.

Eg ynski tykkum øllum til lukku og síggi fram til eitt spennandi samstarv við teimum í 6.B.